- Tíðindi, mentan og ítróttur
Slóðbrótandi harðskapslóg samtykt í Nýsælandi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/jan_logie.jpg?itok=fqxEjKUm)
Sum fyrsta land í heiminum hevur parlamentið í Nýsælandi samtykt eina lóg, har offur fyri harðskapi heima við hús fáa frí í 10 dagar við løn, so at tey kunnu fara frá samlivara sínum, finna nýtt stað at búgva og kunnu verja seg og síni børn.
Tað skrivar bretska blaðið, The Guardian.
Kvinnuligi parlamentslimurin, Jan Logie, hevur arbeitt við hesum lógaruppskoti í sjey ár. Hon arbeiddi á kreppumiðstøð fyri kvinnur, áðrenn hon gjørdist politikari.
Tá lógin varð samtykt, segði hon við bivandi rødd, at lógin er fyrsta stig til at gera enda á ræðuligu nýsælendsku hagtølunum fyri harðskap, og at onnur lond eiga at gera tað sama.
- Nú er tað ikki bara løgreglan, sum skal handla. Nú viðurkenna vit, at vit øll hava skyldu at hjálpa ofrunum, segði Logie.
Nýggja lógin kemur í gildi í apríl næsta ár, og hon ásetir, at øll, sum uppliva harðskap í heiminum, kunnu fáa farloyvi í 10 dagar við løn frá arbeiðnum, og tað verður ikki drigið frá feriu ella farloyvi annars.
Í Nýsælandi eru hagtølini fyri harðskap í familjuni sera høg. Í miðal fjórða hvønn minutt fær løgreglan fráboðan um harðskap í familjuni, skrivar The Guardian.