- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunngerðirnar lýstar til yvirtøkuna
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/img_0216.jpg?itok=lzs3eEG8)
Kunngerðirnar í samband við, at Føroyar yvirtaka familju og arvarættarmál á Ólavssøku eru nú lýstar.
Talan er um 12 kunngerðir.
Familju og arvarættur verður alment yvirtikin á Ólavssøku. Føroyingar yvirtaka persónsrætt, húsfólkarætt og arvarætt ólavsøkudag, so sum samveru, barnapengar, hjúnaskilnað og separatión, verjumál og ættleiðing.
Higartil hevur verið talan um danskt málsøki, og Ríkisumboðið hevur umsitið tað, men á Ólavssøku verður tað føroyskt, og tá flytir umsitingin frá Ríkisumboðnum til Familjufyrisitingina, sum fer at halda til á Bryggjubakka 27 í Havn.
Í familjufyrisitingini verða átta fólk, og skrivstovan letur upp mánadagin 6. august.
Yvirtøkan ger, at fólk, sum til dømis ætla sær at skiljast, søkja um barnapengar ella ættleiða barn, nú skulu venda sær til Familjufyrisitingina í staðin fyri til Ríkisumboðið.