Avhoyringar um bilin sum varð funnin á sjónum

Avhoyringar um bilin sum varð funnin á sjónum
Eingi tekin eru um, at fólk var í bilinum, tá hann fór á sjógv, sigur løgreglan, sum ikki veit, hví ella nær bilurin er farin á sjógv
Bilurin varð tikin upp í gjár.
 
26.07.2018 - 10:32

Løgreglan veit ikki at siga, hví ein persónbilur fór á sjógv av gamla leirvíksvegnum og heldur ikki, nær hann er farin á sjógv.

Nøkur fólk skulu avhoyrast um málið, sigur løgreglan.

Seinast, bilurin er sæddur har, hann átti at standa, er leygarkvøldið, hevur løgreglan fingið at vita.

Tað var stutt fyri middagssleitið í gjár, at løgreglan fekk boð frá fjallfólki í Leirvík um, at ein bilur var farin útav á gamla leirvíksvegnum og lá á sjónum.

Løgreglan staðfesti skjótt, at einki fólk var í bilinum.

Bjargingarfólk leitaðu á landi eftir fólki, sum møguliga hava verið í bilinum, og kavarar hava leitað á sjónum.

Leitingin helt uppat í gjárkvøldið. Eingin ábending er um, at fólk var í bilinum, tá hann fór á sjógv.

Eingi fólk saknað 

Og eingin fráboðan er komin um, at fólk er saknað. Løgreglan heldur seg eisini kunna siga við vissu, at útlendsk ferðafólk hava heldur ikki verið í bilinum. 

Lykilin stóð í bilinum, og bilurin, sum hevur automatisk gear, stóð í neutral, tað er í frígeari.

Bilurin hoyrir til eitt bilverkstað í Norðragøtu, og hann varð læntur fólki, sum arbeiðir har, og øðrum.

Bilurin var bara ábyrgdartryggjaður, so hann hevði ikki givið nakað, um hann er koyrdur á sjógv við vilja.

Møguleikin fyri tryggingarsviki var eitt tað fyrsta, sum løgreglan kannaði.

Løgreglan heitir á fólk um at siga frá, um tey hava varnast okkurt í sambandi við bilin, sum er ein bláur og hvítur Morris Cooper. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981