- Tíðindi, mentan og ítróttur
207 umhvørvisverndarfólk dripin í 2017
Global Witness siga í nýggjari frágreiðing, at flestu drápini hava samband við størri landsbúnaðarverkætlanir. Fólk verða dripin, tí tey royna av verja, at óspilt náttúra verður broytt til landbúnaðarøkið til at dyrka kaffi og pálmaolju.
So hvørt sum eftirspurningurin eftir landbúnaðarúrdráttum veksur kring heimin, hava fyritøkurnar brúk fyri størri økjum at dyrka.
Stríðsfólk, sum verja náttúruna og umhvørvið, verða ofta dripin í tí stilla, sigur Ben Leather í Global Witness.
Í 53 førum hevur felagsskapurin prógv fyri, at herurin ella løgreglan høvdu ábyrgdina av morðunum, og myndugleikarnir kunnu hava samband við fleiri dráp, hóast brotsmenn og familjur eru dømd fyri drápini.
Umframt at berjast fyri umhvørvi, verða hesi fólkini eisini hótt, handtikin, kynsligur ágangur verður framdur móti teimum og ágangur á internetinum.
Í Brasil eru 57 umhvørvisverndarfólk dripin í ár og í Filipsoyggjum 48.
Global Witness-felagsskapurin finst at stjórnini í Brasil og sigur, at myndugleikarnir arbeiða í tí dulda, og umhvørvislóggáva og reglugerðir eru alt ov linar, og tað gagnar stóru landbúnaðarfyritøkunum.
Í sjey førum eru fýra ella fleiri umhvørvisstríðsfólk dripin í senn.
Í Filipsoyggjum vórðu t.d. átta fólk í eini bygd dripin, tí tey mótmæltu kaffi-framleiðsluni.