- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skottilburður í Toronto
Skottilburður í Toronto
Í minsta lagi ein persónur er deyður, og 13 hava fingið løstir í skottilburði uttanfyri eina matstovu í Toronto tíðliga í morgun.
Mynd: Reuters / Scanpix
23.07.2018 - 08:57
Í minsta lagi ein persónur er deyður, og 13 hava fingið løstir í skottilburði uttanfyri eina matstovu í Toronto tíðliga í morgun.
Tað skrivar løgreglan á Twitter.
Eisini gerningsmaðurin er deyður. Sambært keldu innan løgregluna, skeyt maðurin eftir løgregluni og tók síðani seg sjálvan av døgum.
Fráboðanin til løgregluna kom um 10-tíðina í gjárkvøldið lokala tíð.
Sambært vitnum skeyt ein svartklæddur maður millum 15 og 20 skot uttanfyri matstovuna Greektown í Toronto í Kanada.
Talsmaður hjá løgregluni sigur, at tað enn er óvist, hvør orsøkin til skottilburðin var.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV