Nývalda stjórnin vil loyva narkotika í Meksiko

Nývalda stjórnin vil loyva narkotika í Meksiko
Í Meksiko umhugsar innanríkisráðharrin, Olga Sanchez Cordero, at gera narkotika lógligt.
Mynd: DPA  
 
19.07.2018 - 09:34

Nývaldi forsetin, Andres Manuel Lopez Obrador, sær hetta sum møgulig fyriskipan til at steðga blóðuga narkokrígnum í landinum.

- Tá tað snýr seg um at avkriminalisera rúsevni, so segði Andres Manuel, forseti, við meg: Carte blanche. Alt sum er neyðugt fyri at fáa frið aftur í okkara landi, lat okkum seta hol á tað kjakið, sigur innanríkisráðharrin, Olga Sanchez Cordero. 

Fleiri enn 200.000 morð eru framd síðani 2006, tá myndugleikarnir byrjaðu at brúka hernaðarliga megi í eini roynd at basa risastóra narkohandlinum í landinum. Cordero sigur, at slíkur hernaðarligur politikkur stríðir ímóti stjórnarrættarligu ásetingunum um, at myndugleikarnir hava ábyrgd av trygdini í landinum. 

Nýggja stjórnin í Meksiko tekur við um ársskiftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947