- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kring Føroyar: Dávur vann fyrsta teinin
Fyrsti teinurin í súkklukappingini Kring Føroyar varð súkklaður í gjár. Súkklað var úr Gásadali til Klaksvíkar.
Opni bólkurin, sum eru menn, byrjaði í Gásadali, meðan kvinnur, unglingar og motionistar byrjaðu í Kollfjarðadali. Málið hjá øllum var í Klaksvík.
Fyrstur um málstrikuna í opna bólkinum var Dávur Magnussen. Hann súklaði teinin, sum er um 100 km, upp á 2 tímar 44 minuttir og 57 sekund.
Í hølunum á honum kom Helgi Winther Olsen við tíðini 2,45,27.
Nummar trý gjørdist Kristian Danielsen við tíðini 2.49.27.
Hjá kvinnum, sum saman við motionistum súkklaðu úr Kollfjarðadali, gjørdist Gullborg Guttesen nummar eitt við tíðini 1.49.18.
Nummar 2 gjørdist Birita Poulsen - 2.06.39 og nummar trý Maria Svabo Hansen - 2.08.23.
Kappingin heldur fram í dag. Súkklað verður á Sandi, - teinurin er Skálavík, Skopun, Húsavík , Skálavík.
Opni bólkurin súkklar teinin tvær ferðir, meðan kvinnur og motionistar súkkla teinin einaferð.