- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Fangar skulu arbeiða dag og nátt
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/john_magufuli.jpg?itok=ZFkiuC66)
Fangar, sum sita í fongsli í Tansania, skulu nú arbeiða dag og nátt, teir fáa ikki vitjan av hjúnarfelaga, og dovnir fangar skulu sparkast.
Tað sigur forsetin í Tansania, John Magufuli, sum hevur boðar frá herdum reglum í fongslunum.
Hetta skal forða fyri at homoseksualiteti og rúsevnismisnýtslu.
Mannarættindafelagsskapir hava funnist at Magufuli, forseta, tí hann er harðrendur, og at rættindini hjá borgarum verða skerd við hesum.
Men atfinningarnar rína ikki við.
- Tað sømir seg ikki, at landið framhaldandi skal breyðføða fangar. Øll fongsul hava jørð, og fangarnir skulu dyrka hana, sigur forsetin.
Magufuli sigur, at yvirhøvur hava fangar ov lítið at gera, og tað er við til at økja homoseksualitet og rúsevnismisbrúk.
- Og tað vil eg ikki hoyra talan um longur. Eg vil hava nýskipan í leiðsluni í fongsulunum,, segði hann leygardagin, tá nýggjur stjóri varð settur fyri eitt av fongslunum í landinum.