Verkfall í norsku frálandsvinnuni

Verkfall í norsku frálandsvinnuni
880 arbeiðsfólk afturat í norsku frálandsvinnuni eru farin í verkfall, og tilsamans eru 1550 fólk rakt av verkfalli, skrivar NTB.
 
16.07.2018 - 14:03

880 arbeiðsfólk aftrat í norsku frálandsvinnuni eru farin í verkfall, og tilsamans eru 1550 fólk rakt av verkfalli, skrivar NTB.

Felagið hjá oljuarbeiðsfólkunum, Safe, og reiðarafelagið høvdu fund aftur í gjár, í eini roynd at finna semju, men einki spurdist burturúr.

670 fólk í frálandsvinnuni fóru í verkfall fyri einari viku síðani.

Stríðið stendur um løn og pensjón.

Safe sigur, at reiðarafelagið ætlar gera pensjónsskipanina verri, og lønargongdini hjá limunum í Safe er eisini verri enn hjá øðrum oljuarbeiðsfólkum, sigur felagið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155