- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønland: Tilbúgvingarfundur í dag
Grønland: Tilbúgvingarfundur í dag
Tað veit væl við hjá fólkinum í grønlendsku bygdini Innaarsuit, hóast stóra ísfjallið út fyri bygdini krevur økta tilbúgving.
16.07.2018 - 09:55
Tað sigur Susanne Eliassen, kommunustýrislimur, við Sermitsiaq,
33 fólk, sum búgva dygst við sjóvarmálan, vóru flutt burtur fríggjadagin, og tey sleppa ikki heim aftur enn. Fleiri av teimum eru farin til aðrar bygdir at verða, skrivar blaðið.
Annars eru tað serliga útróðrarmenninir, sum eru raktir av støðuni, tí vandi er fyri, at tað brotnar burtur av ísfjallinum.
Í morgun fer grønlendska tilbúgvingin á fund við umboð fyri Arktisk Kommando, heilsuverkið og umboð fyri sjálvstýrið.
Og tey skulu so taka støðu til, hvat gerast skal í Innaarsuit, skrivar Sermitsiaq.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV