- Tíðindi, mentan og ítróttur
200 gíslar í Nikaragua sloppin leysir
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/nikaragua_-_lesandi_lrysgivin.jpg?itok=K_gZjf0z)
Tey lesandi noyddust at flýggja undan vápnaðum stuðlum hjá Daniel Ortega, forseta, sum fóru at skjóta eftir teimum undir eini mótmælisgongu við universitetið í høvuðsstaðnum. Síðani hava fleiri katólskir biskoppar roynt at samráðst við stjórnina fyri at fáa tey lesandi trygt út úr aftur kirkjuni.
Tíðindastovan Reuters endurgevur fleiri lokalar fjølmiðlar, ið skriva at tvey lesandi vórðu dripin í atsóknini fríggjadagin, og at ein lesandi doyði inni í kirkjuni.
Sera ófriðarligt hevur verið í Nicaragua síðstu mánaðirnar. Síðani apríl eru umleið 300 fólk dripin í samanbrestum eftir mótmælisgongur, ymsastaðni í landinum. Seinasta tíðin er tí mett at vera mest blóðuga tíðarskeið í Nicaragua síðani borgarakríggið í landinum, ið endaði í 1990.