- Tíðindi, mentan og ítróttur
Einkja hjá kineskiskum nobelvinnara leyslatin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/liu_xia.jpg?itok=_VpsG9NH)
Kina hevur leyslatið einkjuna hjá kinesiska Nobelvinnaranum í bókmentum, Liu Xiaobo.
Kona hansara, Liu Xia, hevur sitið í húsavarðhaldi, men er í dag sambært AP á veg til Berlin við Finnair.
Tá Kina fyri átta árum síðani setti Nobelvinnaran í fongsul fyri samfelagsfíggingaligt virksemi, var Kina fyri hvassari altjóða fordøming fyri mannarættindabrot. Hann blev tunglyntur og doyði fyri einum ári síðani.
Einkja hansara hevur ongantíð verið skuldsett fyri nakað, men hon hevur kortini sitið í húsavarðhaldi. Vesturlendskar stjórnir og mannarættindafelagsskapir hava í fleiri ár trýst á fyri at fáa hana leyslatna.
AP skrivar, at bróðir einkjuna skrivar soleiðis á einum sosialum miðli:
- Systir mín er longu farin úr Bejing til Europa fyri at byrja sítt nýggja lív. Takk til øll, sum hava hjálpt og lagt í hana hesi seinastu árini. Eg vóni, at hon nú fær eitt friðarligt og lukkuligt lív.
Liu er leyslatin, samstundis sum kinesiski forsætisráðharrin Li Keqiang skal á almenna vitjan í Týsklandi. Týska stjórnin segði í mai, at Liu var vælkomin at búgva í Týsklandi. Hetta var eftir, at ein upptøka varð almannakunngjørd, har hon græt og segði, at hon hevði mist alla vón um at sleppa av landinum.