- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjargingarroyndin heldur fram
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/thailand_fotboltsdreingir.jpg?itok=nH2-ejBh)
12 dreingir og venjari teirra vórðu 23. juni innibyrgdir í einum helli, tá tað fløddi.
Seinastu dagarnar hava kavarar bjargað átta dreingjum út. Og í dag er ætlanin at fáa hinar dreingirnar og venjaran úr hellinum.
Danski journalisturin, Stephanie Surrugé, sum arbeiðir hjá DR, er stødd í økinum, har bjaringararbeiðið er.
Hon greiddi frá í morgunsendingini í útvarpinum í morgun, at myndugleikarnir eru bjartskygdir, men at tað møguliga kann taka tveir dagar at bjarga teimum síðstu fimm úr hellinum.
Støðan hjá teimum bjargaðu er eftir umstøðunum góð, segði Surrugé. Allir liggja á sjúkrahúsi, men teir, sum vórðu bjargaðir fyrst, eru betri fyri, enn teir, sum vórðu bjargaðir í gjár.
Ein serstøk deild er gjørd á sjúkrahúsinum, sum dreingirnir liggja á, og teir hava enn ikki havt samband við familjurnar.
- Dreingirnir hava tað eftir umstøðunum gott. Hóast teir eru lúgvaðir, so hava teir tó havt orku til at biða um yndismatin á sjúkrahúsinum, so lagið er gott, segði Stephanie Surrugé við morgunsendingina í morgun.