- Tíðindi, mentan og ítróttur
Boris Johnson gevst sum uttanríkisráðharri
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/boris_johnson.jpg?itok=-71LCC3x)
Bretski uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, hevur lagt frá sær.
Í eini fráboðan frá Downing Street stendur, at Theresa May hevur tikið ímóti fráfaringarboðunum hjá uttanríkisráðharranum, og at hon skjótt fer at kunngera, hvør kemur í hansara stað
Stórur politiskur ófriður er í bretsku stjórnini og í parlamentinum av Brexit. Seint í gjárskvøldið legði Brexit-ráðharrin David Davis frá sær, og nú hevur Boris Johnson so sagt seg frá.
Í dag skal Theresa May greiða parlamentinum frá, hvussu nýggja Brexit-ætlanin hjá henni er.
BBC skrivar, at nýggja ætlanin ikki bara hevur elvt til, at David Davis og Boris Johnson eru farnir frá, men at æltlanin eisini hevur lopið øði í nógvar konservativar parlamentslimir.