Fyrstu dreingirnir bjargaðir

Fyrstu dreingirnir bjargaðir
Í Teilandi fløðir vatnið í hellinum, og tí má berast skjótt at.
 
08.07.2018 - 15:04

Í Norðurteilandi gongur væl at bjarga dreingjunum úr hellinum, har teir hava sitið í tvær vikur.

Seinastu tíðindini siga, at fýra dreingir eru komnir út í øllum góðum og eru farnir til kanningar á sjúkrahúsi.

Ein avstralskur lækni er hjá dreingjunum og skipar fyri, at teir, ið eru ringast fyri, sleppa út fyrst.

Sluppu ikki út aftur

Teir tólv dreingirnir og fótbóltsvenjari teirra vóru útferð og leitaðu sær skjól fyri regni, men sluppu ikki út aftur, tá vatnið fór at fløða og byrgdi teir inni.

Dreingirnir eru millum 11 og 16 ár, og venjari teirra er 25.

18 kavarar fóru í morgun inn í hellið, og ein talsmaður fyri bjargingar-mynduleikarnar sigur, at størsta avbjóðingin er, at vatnið fløðir, tað avmarkar tíðina, ið er til taks, og tí góvu foreldrini sítt samtykki at byrja bjargingina.

Dreingirnir skulu ígjøgnum myrkar smogur - fleiristaðni undir vatni - fyri at sleppa útaftur. Tað er torført, tí teir eru ikki vanir við kavaraútgerð, og nakrir teirra duga heldur ikki at svimja.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155