- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umstríddur leikstjóri ger film um Trump
Kendi og umstrýddi filmsleikstjórin, Michael Moore, arbeiðir í løtuni við einum nýggjum dokumentari.
Tað vita fleiri útlendskir tíðindaportalar at siga.
Tað fortaldi Moore um, tá hann herfyri var í sendingini The Late Show, har Stephen Colbert er vertur.
Heitið á dokumentarinum er Fahrenheit 11/9, sum vísir á dagin, tá Trump bleiv forseti.
- Vit hava stórar trupulleikar, segði Michael Moore í samrøðu við Stephen Colbert, og sipaði eitt nú til innflytingarpolitikkin, har børn og foreldur eru sundurskild við Meksikanska markið.
- Filmurin snýr seg um, hvussu vit eru komin í hesa støðuna, og hvussu vit koma úr henni aftur, greiddi Michael Moore frá.
Enn er ikki greitt, hvat filmurin ítøkiliga snýr seg um, hvørjir persónar eru við, og hvørjar keldur verða brúktar.
Filmurin verður eftir ætlan frumsýndur tann 21. september í ár.
Michael Moore hevur áður gjørt politiskar dokumentarfilmar, sum hava skapt øsing. Eitt nú Bowling for Columbine og Fahrenheit 9/11.