Nýggj neyðtøkulóg í Svøríki

Nýggj neyðtøkulóg í Svøríki
Frá í dag av kann mann í Svøríki blíva dømdur fyri at hava framt neyðtøku uttan at hava brúkt harðskap ella hóttanir.
 
01.07.2018 - 15:52

Ein nýggj lóg, ið javnsetur sex uttan samtykki við neyðtøku, er frá í dag av galdandi í Svøríki.

Hetta veit tíðindastovan Ritzau at siga.

Lógaruppskotið kom á dagsskránni í svenska parlamentinum í framhaldi av MeToo-rørsluni, har persónar, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, komu fram alment og fortaldu um sínar upplivingar.

Lóggávan bleiv samtykt í svenska parlamentinum í mai mánaði.

Sambært nýggju lógini fremur tú neyðtøku, um tú hevur kynsligt samband við ein annan persón, sum ikki aktivt vísir, at viðkomandi hevur hug at luttaka.

Ein persónur kann sostatt dømast fyri neyðtøku uttan at hava brúkt harðskap ella hóttanir, ella at viðkomandi hevur gjørt sær dælt av støðuni hjá hinum partinum.

Higartil hevur tað verið soleiðis, at neyðtøka er ein gerð, har harðskapur ella hóttanir eru brúkt.

Nýggja lógin sigur, at dómstólarnir í framtíðini skulu vera uppmerksamir uppá, hvørt talan hevur verið um samtykki í sambandi við kynsligt samband ella ikki, tá tað snýr seg um neyðtøkumál.

Anna Hannell, sum er dómari og hevur verið við til at gera nýggju lógina, sigur, at tað avgjørt ikki er neyðugt formelt at siga ja, trýsta á ein knøtt í eini app ella nakað líknandi.

- Bara við at luttaka kropsliga er eitt tekin um samtykki, sigur hon við svensku tíðindastovuna TT.

Í fjør blivu 7000 neyðtøkumál meldað til løgregluna. Tað var ein øking upp á 10 prosent samanborið við 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155