Fimm góð ráð til pisurnar

Fimm góð ráð til pisurnar
Gestarøðarin á pisufundinum í viðarlundini í Havn hevði fimm ráð til tey ungu.
 
01.07.2018 - 09:06

Hugsið um, hvussu tit eru, og hvørji tit eru, heldur enn hvat tit eru.

Hetta var eitt av góðu ráðunum, sum Eydna Skaale gav teimum ungu á pisufundinum í viðarlundini hósdagin, tá hon var gestarøðari.

Røðan snúði seg um fimm lærdómar frá lívinum, sum Eydna Skaale heldur, at nýklaktu pisurnar skulu vita um.

Hetta eiga pisurnar sambært Eydnu Skaale at leggja sær í geyma, nú tær fara á flog:
 

1: Tíðin rennur.
2: Tað ger, at alt fær sín enda, og tí ræður um at varnast og gleðast um tær smáu virðismiklu løturnar – eins væl og tær stóru.
3: Hugsið um, hvussu tit eru og hvørji tit eru, heldur enn hvat tit eru.
4: Tí lívið gongur upp og niður, og tað eru relatiónirnar við onnur, sum hava størstan týdning. At tit eru vinarlig og virðilig móti øllum; hjálpsom, álítandi, nærverandi.
5: Og eru tit nærverandi, kunnu tit hoyra ráðini, sum tykkara egna hjarta gevur tykkum. Eg lovi tykkum, at tað eru tey bestu ráðini, tit nakrantíð fara at fáa.

 

Til ber at lesa alla røðuna við at trýsta á leinkjuna niðanfyri:

https://www.facebook.com/notes/eydna-skaale/5-l%C3%A6rd%C3%B3mar-fr%C3%A1-l%C3%ADvinum/1956497517703025/

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Týsdag 25. februar
Morgunlestur týsdagur 25. februar 2025
187864
Mánadag 24. februar
Leon Sólheyg: Koyggjan var uppihaldsrúmið
188223
Mánadag 24. februar
Nú styttist av álvara til kappingarbyrjan
188212
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151