Vil hava fleiri el-bilar

Vil hava fleiri el-bilar
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, vil hava lógina, sum frítekur elbilar fyri ymisk gjøld, longda
 
30.06.2018 - 10:36

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, vil hava lógina, sum sleppir el-bilum undan skrásetingar-, meirvirðis- og umhvørvisgjaldi, longda í minsta lagi eitt ár aftrat.

62 el-bilar skrásettir í Føroyum, men fyri lógarbroytingina vóru bara 10 el-bilar skrásettir.

- Ein orsøk til, at fólk kanska aftra seg við at keypa el-bil, er, at teir sleppa undan gjøldum bara í ár, men tað skal broytast, sigur Sirið Stenberg við Dimmalætting.

Hon fer fyrsta dagin at heita á Fíggjarmálaráðið um at leingja frítøkuna av hesum gjøldum í minsta lagi eitt ár aftrat.

Ætlanin er eisini at leggja uppskotið um at broyta elveitingarlógina framaftur, tá tingið kemur saman á ólavsøku.

Tað datt burtur í farnu tingsetu.

Sambært uppskotinum fær SEV heimild at áseta ein serligan elprís fyri at løða el-bilar um kvøldið og um náttina. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497