Skjóta við skørpum har línuskip royna norðanfyri

Skjóta við skørpum har línuskip royna norðanfyri
Hvørki Vørn ella Arktisk Kommando vita nakað um venjingina
Jákup B er eitt av línuskipunum, sum verður órógvað av hernaðarvenjingini norðanfyri
 
30.06.2018 - 17:49

Fýra línuskip og ein trolari, sum royna á Íslandsrygginum, norður ímóti íslendska markinum, verða órógvað av fleiri herskipum, sum hava venjingar á leiðini.

Hvørki Vørn ella Arktisk Kommando vita nakað um venjingina.

Skipini hava fingið boð um at halda seg í minsta lagi 5 fjórðingar frá herskipunum, tí skotið verður við skørpum.

Tá vit um fýratíðina tosaðu við skiparan á Jákupi B., Hans Lútzen, segði hann seg ikki vita, hvat fyri herskip talan er um, men samskiftið millum herskipini er bæði á amerikanskum og á fronskum, sigur skiparin á Jákupi B.

Hann sigur, at teir varnaðust í gjárkvøldið, at herskip vóru á leiðini, men at tey gjørdu einki fyrr enn í dag, og føroysku skipini hoyra skotini frá herskipunum.

Hevur línu eftir at draga

Øll línuskipini hava sett, og Jákup B hevur meira enn helvtina av línuni eftir at draga. Ein partur av línuni stendur í økinum, har herskipini venja.

Hans Lútzen sigur, at teir hava tosað við Vørn, men Vørn sigur seg einki kenna til venjingina, og hevur heldur ikki fingið nøkur boð um hana.

Vørn hevur tosað við Arktisk Kommando, men heldur ikki teir siga seg kenna til nakra hernaðarvenjing norðanfyri, sigur skiparin á Jákupi B.

Jákup B hevur verið til fiskiskap í eina góða viku, og teir ætla at royna nakrar dagar aftrat, tí talan er um góða fiskileið. 

Men hvussu verður við tí, var ikki greitt, tá vit tosaðu við Hans Lútzen seinnapartin.

Hann segði, at teir fara at seta seg í samband við herskipini fyri at fáa greiði á, hvussu farast skal fram á leiðini.

Vita einki

Hvørki Vørn ella MRCC hava fingið nakað at vita um venjingina norðanfyri, og vísa til Arktisk Kommando, Føroyar.

Michael Hjort frá Arktisk Kommando sigur við útvarpið, at hann ikki kann gera nakrar viðmerkingar til tað, sum fer fram norðalaga í føroyskum, sjógvi, tí teir einki hava fingið at vita um nakra venjing, sum skuldi vera á leiðini.

Annars upplýsir hann, at tá talan er um verju, so verður altjóða sjógvur mettur at vera sjógvurin uttan fyri 12 fjórðingar úr landi.

Men Arktisk Kommando er farin at kanna, hvørji skip venja á leiðini norðan fyri Føroyar, sigur Michael Hjort.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Týsdag 25. februar
Morgunlestur týsdagur 25. februar 2025
187864
Mánadag 24. februar
Leon Sólheyg: Koyggjan var uppihaldsrúmið
188223
Mánadag 24. februar
Nú styttist av álvara til kappingarbyrjan
188212
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151