- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðurkorea útbyggir kjarnorkustøð
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/nordurkorea.png?itok=fp3FWZZe)
Nýggjar satelittmyndir vísa, at Norðurkorea í skundi hevur gjørt útbyggingar við vísindaligu kjarnorku-støðina, Yongbyon, har tilfar til kjarnorkuvápn hava verið framleidd. Tað skriva altjóða miðlar.
Myndirnar stava frá satellitti, sum yvirvøku-síðan 38North.org hevur almannakunngjørt. Myndirnar eru tiknar tann 21. juni, tað vil siga fyri einari viku síðani.
Sagt verður, at hesar útbyggingarnar vóru í úmbúna áðrenn toppfundin, sum var millum Donald Trump og Kim Jong-un í Singapore fyrst í hesum mánaðinum.
Amerikanskir myndugleikar hava ikki váttað greiningarnar av myndunum, og sambært eini frágreiðing, sum CNN hevur fingið, stendur, at útbyggingarnar á kjarnorkustøðini ikki eiga at verða settar í samband við lyftið hjá Norður Korea um, at landið ætlar sær undir avdubbing.
Men myndirnar benda á, at Norðurkorea heldur fram við sínum arbeiði at menna kjarnorkuvápn, stendur í greiningini hjá 38North.org. Á leinkjuni ber til at lesa meira um greiningarnar samt síggja fleiri myndir.