India vandamiklasta land hjá kvinnum at búgva í

India vandamiklasta land hjá kvinnum at búgva í
India er heimsins vandamiklasta land hjá kvinnum at búgva í sambært nýggjari kanning frá Thomas Reuters-grunninum.
 
28.06.2018 - 13:34

Heimsins vandamiklasta land hjá kvinnum at búgva í er India. 

Thomson Reuters-grunnurin hevur biðið 548 serfrøðingar siga, hvørji av teimum 193 ST-limalondunum eru ringast móti kvinnum. 

Kynslig brotsverk og ágangur er vanligt í India. Tað er ein frágreiðing til, at í minsta lagi 20 milliónir kvinnur eru farnar av arbeiðsmarknaðinum síðani 2005, sigur Heimsbankin, sambært SVT.

Frágreiðing frá 2016 vísir, at nærum 40.000 neyðtøkur vóru í India tað árið. Hetta hóast ljós er varpað á trygdina hjá kvinnum, eftir at hópneyðtøkan í Dhelti í 2012 vakti ans kring allan heim. 

Í lokalum fjølmiðlum verður so at siga hvønn dag skrivað um ágang móti gentum, meðan tær eru í skúla, um hýruvongsførarar, sum neyðtaka kvinnur, sum arbeiða, og um tannáringar, sum verða seldar til horuhús.

Eftir India liggja Afganistan, Sýria og Somalia ovast í kanningini um støðuna hjá kvinnum. Á topp 10-listanum stendur bara eitt vesturlendskt navn: USA. 

USA deilir triðjaplássið við Sýria, tá tað snýr seg um, hvørji lond, serfrøðingarnir halda, at kvinnur eru í størsta vanda fyri kynsligum harðskapi og ágangi, og USA liggur á sættaplássi, tá tað snýr seg um ikki-kynsligan ágang.

Serfrøðingarnir siga, at økt tilvitan, tá tað snýr seg um harðskap móti kvinnum, sum verður knýtt saman við MeToo-rørsluni, er eisini ein orsøk til, at USA er komið á hendan listan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155