- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bumbuhóttanir í HM-býi
Sagt varð, at bumbur vórðu lagdar fleiri staðni í býnum, sigur løgreglan á staðnum, sambært Reuters.
Løgreglan kannaði økini, men fann ongar bumbur, sigur hon.
Fólk á meira enn 20 barrum og matstovum vórðu flutt burtur úr økinum í gjárkvøldið, meðan kanningarnar vórðu gjørdar, sigur ein løgreglumaður sambært svenska kringvarpinum, SVT.
Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, hevur enn ikki gjørt viðmerkingar til bumbuhóttanirnar í Rostov-við-Don, har Ísland ígjár spældi móti Kroatia í býnum, og Kroatia vann.
Býurin liggur við ánna Don nærindis markinum til Ukreina.
Higartil eru fýra HM-dystir spældir í Rostov-við-Don, sum er einar 90 kilometar sunnan fyri Moskva.
Næsti dystur verður eftir ætlan spældur mánadagin.
Í fjør-summar vóru eisini fleiri falskar bumbuhóttanir móti býum í øllum landinum, skrivar NTB-tíðindastovan.