Venesuela framvegis í kreppu

Venesuela framvegis í kreppu
Smá útlit eru fyri nøkrum bata í búskaparkreppuni í Venesuela, sum nú herjar á fimta ári.
 
26.06.2018 - 08:33

Seinastu fýra árini eru 4 milliónir fólk flýdd úr landinum, og hvønn dag royna fólk í túsundatali at sleppa til grannalondini, Brasil og Columbia.

Hóast einki land í heiminum hevur so nógva olju, so verður kreppan í landinum mett at vera verri enn í 1930unum, skrivar AP.

Og støðan stendur við og versnar. Bara einasta árið hevur inflatiónin verið 24.600 %. Bara í mai í ár var inflatiónin 110 %, og tað hevur við sær, at prísirnir í landinum meir enn tvífaldaðust bara í mai.

Longu í 2016 var inflatiónin so høg, at handlar sum fingu pengar frá fólki, góvust at telja teir, men fóru at viga teir ístaðin.

Nicolas Maduro, forseti, varð valdur aftur í mai og skal sita í seks ár. Hann varð valdur, hóast bæði USA, ES og 14 suðuramerikansk lond løgdu dent á, at tað ikki var farri av demokrati í valstríðnum.

Í eini røðu hevur forsetin boðað frá, at minstalønin í landinum skal hækka upp í tríggjar milliónir bolivar, sum er gjaldoyrað í landinum. Men tað munar ikki nógv, tí talan er um 1,14 dollarar.

Forsetin boðaði eisini frá, at fólk fara at fáa pengar til mat, men teir pengarnir røkka ikki langt, tí talan er um undir tveir dollarar í virði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155