- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirlivdi spreinging
Umleið 15 fólk vóru løstað í eini spreinging, sum eftir ætlan skuldi beina fyri forsetanum. Talið av særdum kann tó vera hægri, skrivar BBC.
Videomyndir vísa Mnangagwa forseta veittra til eina fjøld kl. 14 í gjár. Hann fer av pallinum og inn í eitt VIP telt nærhendis, og fá sekund seinni brestir ein bumba inni í teltinum.
Bulawayo er næststørsti býur í Zimbabwe og ein háborg hjá andstøðuni í Zimbabwe. Sambært viðmerkjarum hjá BBC hevur Mnangagwa forseti nógvar fíggindar - bæði fyri at fella fyrrverandi forsetan, Robert Mugabe, og fyri at vera ein av nærmastu stuðlunum hjá Mugabe gjøgnum nógv ár.
Mnangagwa fekk ongan skaða sjálvur, men tveir varaforsetar Kembo Mohadi og Constantino Chiwenga vóru millum tey særdu.