- Tíðindi, mentan og ítróttur
TV2 verður ikki selt...enn
Danska stjórnin fer ikki at selja TV2, sum annars hevur verið ætlanin hjá stjórnini í longri tíð.
Orsøkin er, at Dansk Folkeparti hevur boðað frá, at flokkurin ikki vil stuðla sonevnda medieforliget, sum er ein nýskipan av almennum donskum miðlum, um tað vísir seg, at lutvísa sølan av TV2 verður framd.
Tað sigur Mette Bock, mentamálaráðharri við Berlingske, eftir at Dansk Folkeparti gjørdi greitt, at flokkurin ikki hevði tað gott við at selja 40 prosent av TV2 til eina privata fyritøku.
"Vit verða noydd at góðtaka, at vit fáa ikki eina semju um hetta nú. Ein skal ongantíð siga ongantíð í politikki, men tað verður ikki í hesum umfari," sigur Mette Bock.
Tað hevur leingi verið ynski hjá stjórnini at selja ein part av TV2 til privatan aktør, men Dansk Folkeparti hevur sett fleiri spurningar til mentamálaráðharran - eitt nú hvussu stjórnin ætlar at tryggja, at TV2 framhaldandi fylgir public service leiðreglum, og sendir á leið sama innihald til danskar borgarar, sum tey fáa í dag. Harafturat hevur flokkurin spurt, hvussu vísur ein kann vera í, at høvuðsstøðin hjá TV2 framhaldandi verður í Odense, tá ið nýggjur eigari er í myndini.
Peter Skaarup, formaður í tingbólkinum hjá Dansk Folkeparti sær onga orsøk at privatisera partar av TV2. Tað "koyrir fínt" verður hann endurgivin fyri at siga, og hevur hann skotið upp, at stjórnin sleppur ætlanunum um at selja TV2.