Sleppa nú at koyra bil

Sleppa nú at koyra bil
Kvinnur í Saudi Arabia hava nú fingið loyvi at koyra bil
 
24.06.2018 - 16:46

Saudiskar kvinnur sleppa nú at koyra bil, eftir at Mohammed Bin Salman, krúnprinsur, hevur ógyldað forboðið móti kvinnuligum bilførarum.

Fyrstu koyrikortini til kvinnur vóru handað fyrr juni, og í dag settu fyrstu kvinnurnar seg aftanfyri róðrið.

Saudi Arabia hevur verið einasta land í heiminum, har kvinnur ikki sleppa at koyra bil. Men krúnprinsurin hevur sett sær fyri at nútímansgera Saudi Arabia, millum annað við at lata kvinnur hyggja at fótbólti á leikvallum, at lata kvinnur sleppa í biograf, og nú at lata kvinnur sleppa at koyra bil.

Men, enn er langt eftir á mál, vísa mannarættindafelagsskapir á. Hóast broytingarnar er ikki lætt at vera kvinna í Saudi Arabia, tí fleiri grundleggjandi rættindi vanta. Eitt nú sleppa kvinnur ikki at stovna egna bankakontu uttan loyvi frá manninum. Heldur ikki ber til hjá eini kvinnu at fáa pass, og harvið at ferðast uttanlands uttan loyvi. Heldur ikki kunnu kvinnur giftast uttan loyvi frá einum sonevndum mannfólkaverja ella skiljast uttan loyvi frá manninum, sum tær eru giftar við. Sundurskiljing er eisini í almenna rúminum, tað vil siga, at kvinnur ikki sleppa at sita har sum menn sita, eitt nú á café ella matstovum. Og enn verður kravt, at kvinnur eru ílætnar ávísan klædnabúna, tá ið tær eru úti.

Amnesty vísir á, at størsta forðingin fyri javnstøðu í Saudi Arabia eru lógir um sonevndar mannfólkaverjar - tað vil siga, at allar kvinnur hava ein tilnevndan mannfólkaverja, sum í veruleikanum merkir, at kvinnur í Saudi Arabia ikki eru myndigar og harvið heldur ikki frælsar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155