- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rasmus Jarlov nýggjur vinnumálaráðharri
Rasmus Jarlov nýggjur vinnumálaráðharri
Danska forsætisráðið boðar frá, at Rasmus Jarlov, tingmaður fyri konservativa flokkin, verður nýggjur vinnumálaráðharri í donsku stjórnini.
21.06.2018 - 11:00
Rasmus Jarlov tekur við eftir Brian Mikkelsen, sum leggur frá sær, tí hann verður stjóri í áhugafelagsskapinum, Dansk Erhverv.
Brian Mikkelsen hevur drúgvar royndir í politikki.
Hann hevur umboðað Konservativa flokkin í fólkatinginum í 24 ár, og hann hevur verið ráðharri í tilsamans 12 ár.
Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, fer á middegi í dag at kunna drotningina og presentera nýggju stjórnina.
Nýggi vinnumálaráðharrin, Rasmus Jarlov, varð valdur inn á Fólkating í 2015, og hevur verið framsøgumaður fyri konservativa flokkin í fleiri málum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV