- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forsætisráðharrin í Nýsælandi hevur átt
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/jacinda_andern.png?itok=Lo8807a1)
Forsætisráðharrin í Nýsælandi, Jacinda Ardern, átti í gjár eina gentu.
Jacinda Ardern er fyrsti stjórnarleiðari í heiminum, seinastu 30 árini, sum hevur átt, meðan hon er í starvi sum stjórnarleiðari.
Á Instagram skrivar 37 ára gamla Jacinda Ardern, at hon átti klokkan 16.45 seinnapartin í gjár.
Dóttirin vigar góð sjey pund. Longdina hevur hon ikki upplýst. Ardern var sett at eiga 17. juni.
Brúkarar á Twitter skrivaðu ígjár, at um Jacinda átti 20. juni, sum hon gjørdi, so fer barnið at hava føðingardag sama dag, sum William prinsur og fyrrverandi pakistanski forsætisráðharrin, Benazir Bhutto, sum varð fyrsti og higartil einasti leiðari, sum hevur átt, meðan hon var í embæti sínum - tað var í 1990.
Dóttir Bhutto, Bakhtawar Bhutto, hevur eisini sent Ardern heilsu á Twitter.
Varaforsætisráðharrin, Winston Peters, tekur við sum forsætisráðharri, meðan Ardern er í barnsburðarfarloyvi í seks vikur.