Forsetafrúur finnast at tilflytarapolitikkinum

Forsetafrúur finnast at tilflytarapolitikkinum
Fimm amerikanskar forsetafrúur, eisini Melania Trump, sum er kona sitandi forsetan, finnast nú at tilflytarapolitikkinum í USA
 
19.06.2018 - 11:41

AP skrivar, at Eleanor Rosalynn Carter, kallar politikkin hjá stjórnini at skilja foreldur frá børnum á markinum millum Mexico og USA fyri "vanæruligan".

Laura Bush fordømir eisini tað, sum fer fram.

- Eg búgvi í einum stati við markið og virði tørvin at styrkja og verja okkara landamørk, men hetta null-tolsemið er harðrent. Hetta er ósømiligt. Hetta nítir at hjartanum, skrivar Barbara Bush í Washington Post. 

Michelle Obama skrivar á twitter, at málið um tilflytarapolitikkin ikki er floksmál.

- Av og á brýtur sannleikin mørkini niður millum politisku flokkarnar, skrivar hon.

Hillary Clinton, sum stillaði upp móti Donald Trump undir forsetavalinum í 2016, sigur, at hvørki politiskar ella átrúnaðarligar lógir geva heimild at taka tilflytarabørn frá foreldrum sínum.

- Vit eru eitt betri land, enn eitt, sum syndrar familjur, segði hon á einum tiltaki fyri kvinnur í New York, skrivar Ritzau.

Síðani mai manað eru 2.342 børn tikin frá foreldrunum við markið til Mexico, tí tey saman við foreldrunum hava roynt at koma til USA ólógliga.

Síðani Melania Trump um vikuskiftið fanst at hesum framferðarháttinum, hevur eisini altjóða flóttafólkastovnurin hjá ST, UNCHR, og fleiri stjórnir í øðrum londum fílst á framferðina við markið millum USA og Mexico, skrivar Ritzau.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977