HPV-koppsetingin virkar

HPV-koppsetingin virkar
Talið á kvinnum, sum hava kyknubroytingar í undirlívinum, er minkað við 40 prosentum hjá teimum, sum eru koppsettar fyri HPV.
 
18.06.2018 - 14:20

Tað vísir ein nýggj kanning av fyrsta árganginum av gentum, sum lótu seg koppseta fyri HPV.

Danmarks Radio skrivar, at granskarar frá universitetinum í Keypmannahavn hava fylgt við tí fyrsta árganginum av koppsettum gentum. Tær eru føddar í 1993.

Allar vórðu koppsettar sum 15-ára gamlar og screenaðar fyri lívmóðurhálskrabba, tá tær fyltu 23. Síðani vórðu úrslitini samanborin við gentur, sum eru 10 ár eldri, og sum ikki eru koppsettar fyri HPV.

- Vit síggja 40 % færri tilburðir av ringu kyknubroytingunum, og tað er eitt gott úrslit, sum vísir, at koppsetingarevni riggar soleiðis, sum vit ætlaðu, sigur Elsebeth Lynge, professari í epidemiologi við DR.

Hon sigur, at hetta bendir á, at koppsetingin verjir kvinnur móti lívmóðirhálskrabba og undanstigunum til hann, umframt at kanningin staðfestir, at tilmælið frá Heilsustýrinum um at lata 12-ára gamlar gentur koppseta fyri HPV er rætt, sigur Elsebeth Lynge, professari.

Men samstundis mælir hon ungum kvinnum til kortini at lata seg kanna regluliga fyri kyknubroytingar, tá tær verða vaksnar, tí koppsetingin gevur ikki fulla verju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948