Italia tekur ikki longur ímóti flóttafólkaskipum

Italia tekur ikki longur ímóti flóttafólkaskipum
Italski innanríkismálaráðharrin heldur fast um avgerð sína, og vil ikki lata skip við flóttafólki sleppa í italska havn.
Mynd: savnsmynd  
 
16.06.2018 - 16:39

Italski innanríkisráðharrin, Matteo Salvini, sigur í dag, at bjargingarskip í Miðalhavinum fara ikki longur at fáa loyvi at seta flóttafólk í land í Italia.

Tískil tykist nýggja italska stjórnin at standa við avgerðina um at nokta bjargingarskipum at leggja at í italskum havnum.

Tað varð gjørt í síðstu viku, tá skipið Aquarius fekk forboð fyri at leggja at. Skipið siglir fyri ein franskan bjargingarfelagsskap og hevði tikið 629 flóttafólk upp av gummibátum, sum komu úr Libya.

Aquarius fekk eisini forboð fyri at koma til Malta, men í Spania søgdu myndugleikarnir seg vilja taka ímóti skipinum, tá franski forsetin hvassliga hevði funnist at italsku avgerðini, og sagt hana vera ábyrgdarleysa.

Tvey bjargingarskip taka fólk upp

Orsøkin til at italski innanríkisráðharrin aftur nú ger greitt, hvørja støðu stjórnin hevur, er, at tvey niðurlendsk skip - Lifeline og Seefuchs - eru stødd í Libyskum sjógvi, har tey taka flóttafólk upp.

Fundur hevur verið í Paris millum italska forsætisráðharran og franska forsetan eftir samanbrest hansara við italska innanríkisráðharran.

Giuseppe Conte og Emmanuel Macron samdust um at virka fyri, at flóttafólkalegur verða bygdar uttan fyri ES í eini roynd at steðga fólki at fara ta vandafullu ferðina um Miðalhavið.

Italia og Frakland fara eisini at krevja, at broytingar verða gjørdar í galdandi skipanum fyri flóttafólk í Evropa, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342