Ritan siglir á Útoyggjastevnu

Ritan siglir á Útoyggjastevnu
Ritan fer at sigla aftur og fram alla tíðina millum Hvannasund og Svínoy, ella í pendulfarti, í morgin, tá Útoyggjastevnan er í Svínoynni
 
15.06.2018 - 10:40

Ritan siglir bara fyrsta túrin eftir vanligu ferðaætlanini í morgin tíðliga. Tá fer hon eisini í Fuglaoynna, sum verður einasta ferðin hagar í morgin.

Annars siglir hon til í minsta lagi til klokkan hálvgum tvey sunnunáttina, ella so leingi fólk eru, sum skulu við, upplýsir Strandfaraskip Landsins.

Frá klokkan hálvgum níggju í annaðkvøld siglir Jósup millum Hvannasund og Svínoy.

Strandferðslan ætlaði annars at seta tvíkiljuna Issehoved, sum verður í Føroyum til mikudagin, í Svínoyarsiglingina í morgin.

Men Sjóvinnustýrið vildi ikki, tí Issehoved hevur ikki góðkenning til ta siglingina.

Strandfaraskip Landsins siga, at ferðaseðilin kostar 100 krónut fyri vaksin og 50 krónut fyri børn, sum eru tiggju ár ella yngri, meðan Útoyggjastevnan er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151