Mæla til at fiska minni tosk

Mæla til at fiska minni tosk
Minni toskur verður at fiska í Barentshavinum næsta ár, verður lurtað eftir ICES, altjóða havgranskingarstovninum.
 
14.06.2018 - 08:31

ICES, sum er altjóða havgranskingarstovnurin, mælir til, at tað ikki verða fiskað meira enn 674.678 tons av toski í Barentshavinum í 2019.

Hetta eru 100.000 tons minni, enn kvotan er í 2018.

Toskurin í Barentshavinum er minkaður skjótt. Í 2013 var kvotan har ein millión tons. Nú í ár er hon 775.000 tons.

Stóru kvoturnar seinastu árini byggja á árgangirnar 2004 og 2005. Men seinni er minni komið undan, og tað sæst nú aftur í tilmælinum hjá ICES.

Eisini hýsukvotan í Barentshavinum skal minka, sigur ICES. Hon skal úr góðum 200.000 tonsum í ár niður í góð 150.000 tons næsta ár.

Noreg og Russland áseta toskakvotuna og hýsukvotuna fyri 2019 í oktober í ár.

Føroyska toskakvotan og føroyska hýsukvotan í Barentshavinum minkaðu 12,5 prosent í ár sammett við 2017.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791