Álitiskreppa í danska politinum

Álitiskreppa í danska politinum
Danski løgmálaráðharrin, Søren Pape Pousel, sigur, at allar kinesiskar vitjanir til Danmarkar síðani 1995 mugu kannast
Søren Pape Poulsen er løgmálaráðharri í Danmark
 
14.06.2018 - 12:05

Álitiskreppan, sum valdar um danska politiið, má støðga, og allar kinesiskar vitjanir til Danmarkar síðani 1995 skulu tí kannast.

Tað sigur Søren Pape, løgmálaráðharri, nú ábendingar eru um, at sonevnda Tibet-málið ikki er einasta málið, har danska løgreglan helst hevur forðað fólki í at brúka sín demokratiska rætt at mótmæla.

Danmarks Radio skrivar, at eini sonevnd "taktisk boð" frá Keypmannahavnar Politiið í 2011 hava gjørt, at løgmálaráðharrin nú víðkar arbeiðssetningin hjá Tibet-kanningarnevndini til eisini at fevna um vitjanir úr Kina til Danmarkar frá 1995.

- Taktisku boðini seta spurnartekn við, hvussu politiið ætlaði at handfara møgulig mótmæli undir umrøddu vitjanini. Eisini veit Løgmálaráðið frá fjølmiðlum, at spurnartekin eisini verða sett við løgregluna viðvíkjandi almennum vitjanum úr Kina í 1995 og 2002, stendur í tíðindaskrivi frá Løgmálaráðnum.

- Tibet-málið er frammanundan ein gøla. Og nú vísir tað seg kanska at stinga djúpri. Vit kunnu ikki støðga arbeiðinum, fyrr enn vit hava vent hvørjum steini, so álitið á okkara løgreglu kann endurreisast, sigur Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151