Vága kommuna góðkent roknskapin fyri 2018

Vága kommuna góðkent roknskapin fyri 2018
Roknskapurin hjá Vága kommunu fyri 2017 var góðkendur á býráðsfundinum tann 11. juni 2018
Mynd: Vága kommuna  
 
13.06.2018 - 20:19

Roknskapurin hjá Vága kommunu fyri 2017 var góðkendur á býráðsfundinum tann 11. juni 2018.

Roknskapurin vísir eitt RLÚ upp á 21.342 krónur og eina útjavningarkontu (nettoskuld) uppá -44.255 krónur.

Langfreistaða lániskuldin við árslok 2017 var 60.8 milliónir krónur.

Inntøkusíðan var betri enn mett. Kommunan hevði eina meirinntøku í mun til ætlanina uppá 7,8 milliónir krónur og øktar skattainntøkur samanborið við 2016 upp á 12,2 milliónir krónur.

Raksturin hevur seinastu trý árini ligið millum 68,5 milliónir og 73,4 milliónir krónur. Í 2017 varð samlaði raksturin 70,3 milliónir krónur. Hetta er 3,1 milliónir lægri enn í 2016.

Á løgusíðuni hevur kommunan brúkt 14,0 milliónir krónur minni enn ætlað. Gjørdar løgur eru í høvuðsheitum avmarkaðar til umbygging av heiminum á Sýnuni og í byggibúning til bústaðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151