Tikin fyri at smugla hassj

Tikin fyri at smugla hassj
Tá Norrøna kom á Havnina sunnukvøldið, royndu trý ferðafólk at smugla hassj
 
13.06.2018 - 08:19

Tríggir útlendingar blivu mánadagin varðhaldsfongslaðir í Føroya rætti fyri at royna at smugla hash til Føroya.

Tvey ferðafólk, sum komu við Norrønu til Havnar sunnukvøldið, vórðu tikin fyri at hava sløk fýra kilo av hashi í bilinum, tey høvdu við sær. Politiið metir, at hendan nøgdin hevði kunnað verið seld fyri eina millión krónur.

Tey eru varðhaldsfongslað í fýra vikur.

Eitt annað ferðafólk, sum eisini kom við Norrønu, varð tikið fyri at royna at smugla sløk 300 gramm av hashi.

Hetta ferðafólkið varð varðhaldsfongslað í 14 dagar.

Tey tiknu hvørki játta ella nokta seg sek.

Politiið kannar nú bæði málini. Tann, sum varð tikin fyri at royna at smugla sløk 300 gramm, skuldi til Danmarkar aftur sunnukvøldið við Norrønu.

Politiið heldur tí, at bæði hetta hashið og tey sløku fýra kiloini vóru ætlað til at selja í Føroyum.

Prísurin fyri hash er í miðal 250 kr. fyri grammið í Føroyum, veit politiið frá teimum, sum fáast við slíkan handil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151