Kim Jong-un og Donald Trump lendir í Singapore

Kim Jong-un og Donald Trump lendir í Singapore
Søguligi toppfundurin millum norðurkoreanska leiðarin, Kim Jong-un, og amerikanska forsetan, Donald Trump, er nú eitt fet nærri veruleikanum
Amerikanski forsetin, Donald Trump, er eisini lendir í Singapore
Mynd: Reuters  
 
10.06.2018 - 14:40

Í morgun lendi norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un í Singapore, har hann millum annað skal fundast við amerikanska forsetan, Donald Trump.

Tað váttaði uttanríkismálaráðharrin í Singapore við eini mynd á Twitter:

Og nú skriva altjóða miðlar, at amerikanska forsetin, Donald Trump, eisini er lendur í Singapore.

Avlýsti annars fundin

Fyri bara fáum vikum síðani avlýsti Trump ætlaða fundin í persónligum brævi til Kim Jong-un. Har skrivaði hann, at Kim hevur víst, at hann hevur ringt sinnalag, og tí er tað óhóskandi at hitta hann.

Men stutt eftir hálsaði Trump um, og síðani kom ein norðurkoreiskur herleiðari á vitjan í USA, og við sær hevði hann persónligt bræv frá Kim til Trump.

Alt er tilreiðar

Hóskvøldið í farnu viku segði amerikanski forsetin á tíðindafundi, at hann kortini ætlaði at hitta norðurkoreanska leiðarin, tí brævið, sum hernaðarleiðarin hevði tikið við til Trump, var bæði inniligt og gott.

Donald Trump vissaði á tíðinda fundinum um, at alt er tilreiðar til fundin, og at hann var tilreiðar at vera longri í Singapore. Harafturat segði hann, at hann fór at bjóða norðurkoreanska leiðarinum til USA, um fundurin gongur væl.

- Eg vóni at fáa viðurskiftini í rættlag, segði Donald Trump og lovaði at bjóða Kim til USA, um fundurin í Singpore í næstu viku eydnast væl.

Søguligur fundur

Fundurin teirra millum er settur at vera 12. juni og verður hildin á frítíðaroynni Sentosa.

Tað er fyrsta ferðin, at ein norðurkoreanskur leiðari hittir ein amerikanskan forseta.

Í amerikonsku leguni vóna tey, at fundurin fer at skunda undir eina tilgongd, har Norðurkorea til sjeyndu síðst gevst við kjarnorkuverkætlanum sínum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Hósdag 6. februar
Góðan morgun Føroyar
187420
Hósdag 6. februar
Breddin: Tollkríggj
187418
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155