Nýggjur dagstovnur byggjast við Gøtugjógv

Nýggjur dagstovnur byggjast við Gøtugjógv
Eysturkommuna hevur skrivað sáttmála við Ósbjørn Jacobsen Arkitektar um nýbygging av dagstovnuninum Gjáa við Gøtugjógv.
Bygningarnir eru bundnir saman við einum dupulthøgum rúmi, sum gongur frá ovasta enda av bygninginum til niðasta enda.
Mynd: Eysturkommuna  
 
07.06.2018 - 13:16

Talan er um eina heildarráðgeving, har Osbjørn Jacobsen Arkitektar koma at standa fyri byggiverkætlanini, skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni

Sambært Eysturkommuni er tørvur á fleiri dagstovnaplássum í kommununi, og tí verður ein nýggjur dagstovnur bygdur við Gøtugjógv.

Í dag hevur Dagstovnurin Gjái pláss til 56 børn, og eftir ætlan skal nýbyggingin hava við sær, at dagstovnurin fær 100 nýggj pláss.

Arbeiði fer at kosta 35 milliónir krónur.

Ætlanin er, at byggingin skal byrja í februar 2019, og at bygningurin verður klárur at taka í brúk á heysti 2020.

dagstovnur við gøtugjógv

Caption: 
Nýbyggingin av dagstovninum við Gøtugjógv. Mynd: Eysturkommuna

dagstovnur við gøtugjógv

Caption: 
Við nýggja bygninginum verður pláss til nærum dupult so nógv børn í Dagstovninum Gjái. Mynd: Eysturkommuna

dagstovnur við gøtugjógv

Caption: 
Mynd: Eysturkommuna
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151