- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lívlanga fongsulsrevsing fyri yvirgang
Rakhmat Akilov, sum sjeynda apríl í fjør koyrdi ein lastbil við nógvari ferð gjøgnum Drottninggatan í svenska høvuðsstaðnum, Stokkholm, er í rættindum í Stokkholm dømdur lívlanga fongsulsrevsing.
Hann er eisini dømdur sekur í fimm manndrápum og 119 drápsroyndum, og hann verður útvístur úr Svøríki fyri lívstíð eftir at hava sitið dómin.
Akilov, sum er ættaður úr Usbekistan, hevði stolið lastbilin, og mál hansara var at drepa.
Meðan fólk á gøtuni runnu fyri lívinum, stýrdi hann sambært sjónarvitnum tunga lastbilin beint eftir teimum.
Lastbilurin rendi síðani inn í ein handilsbygning. Í bilinum fann løgreglan eina heimagjørda bumbu, sum tað ikki var eydnast yvirgangsmanninum at bresta.
Fimm fólk lótu lív, og 10 fingu álvarsligan skaða í atsókninini, henda seinnapartin fyri júst einum ári síðani.
Undir rættarmálinum hevur Akilov m.a. greitt frá, at hann vildi revsa Svøríki, tí landið er við í alheims-tiltøkunum móti IS og kalifatinum.
Ákærin segði í rættinum, at Akilov royndi at loypa ræðslu á svenska fólkið, og at leggja trýst at politisku leiðsluna í landinum.