Trump kann náða seg sjálvan

Trump kann náða seg sjálvan
Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at einki kann forða honum í at náða seg sjálvan í Mueller og Russlands-kanningini
 
05.06.2018 - 09:04

- Sum fleiri løgfrøðiligir serfrøðingar hava staðfest, so havi eg fullan rætt at náða meg sjálvan, skrivar forsetin í Twitterboðum í gjár:

 

Boðini eru viðmerking til eitt bræv frá advokatum hjá Trump, og sum nýliga er almannakunngjørt. Har verður sagt, at forsetin ikki kann rættarsøkjast fyri at hava roynt at forðað kanningararbeiðnum, og eisini at hann kann náða seg sjálvan, um tað skuldi verið neyðugt.

Trump heldur kortini ikki, at tað verður neyðugt hjá sær at brúka hendan rættin, tí hann hevur einki skeivt gjørt.

 

Sunnudagin segði advokaturin hjá Trump, Rudy Giuliani, í sjónvarpssamrøðu, at tað hevði verið óhugsandi, at Trump hevði tikið stigið at náða seg sjálvan. Forsetin hevur einki skeivt gjørt og hevur tí onga orsøk at náa seg sjálvan, segði Giuliani við NBC.

Trump er sjálvur sannførdur um, at tað er í stríð við grundlógina, at Robert Mueller er tilnevndur sum serligt kanninginarfólk, men hann grundgevur ikki fyri, hví hann heldur tað.

Sambært CNN, eru serfrøðingar í løgfrøði samdir um, at forsetin hevur heimild at forða kanningararbeiði. Stóri spurningurin er, hví hann ger tað, og um ætlanirnar hava verið í stríð við lógina.

Í eini kanning hjá Brookings Institution í oktober í fjør er niðurstøðan, at tað var villeiðandi atgerð, at Trump segði stjóran í FBI, James Comey, úr starvi.

Í niðurstøðuni stendur, at tað, at forsetin hevur rættarligan myndugleika til at virka, merkir ikki, at hann er immunur, um handlingin er framd við ólógligum endamáli at forða kanningararbeiði grundað á skeivt endamál, stendur í frágreiðingini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Hósdag 6. februar
Góðan morgun Føroyar
187420
Hósdag 6. februar
Breddin: Tollkríggj
187418
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155