Donsk ónøgd við føroyska samstarvið við Russland

Donsk ónøgd við føroyska samstarvið við Russland
Tað hendir, eftir at ráðharraráðið í Evro-asiatisku búskaparsamgonguni, EABS, í mai mánaði samtykti at gera avtalu við Føroyar.
Nick Hækkerup, framsøgumaður í danska Javnaðarflokkinum, er ein teirra, sum finst at føroyska samstarvinum við Russland
 
05.06.2018 - 08:59

Danskir politikarar finnast nú at Føroyum fyri tætta samstarvið við Russland.

Tað hendir, eftir at ráðharraráðið í Evro-asiatisku búskaparsamgonguni, EABS, í mai mánaði samtykti at gera avtalu við Føroyar. Russland, Kasakstan, Hvítarussland, Armenia og Kirgistan eru limir í EABS.

Tá segði Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis og Vinnumálum, at “Avtalan er eitt gjøgnumbrot. Hon er týðandi stig á leiðini at fáa handilsviðurskiftini millum Føroyar og londini í EABS í fasta legu og fer væntandi at slóða fyri, at fríhandilssáttmáli millum Føroyar øðrumegin og Russland, Kasakstan, Hvítarussland, Armenia og Kirgistan hinumegin, gerst veruleiki.”

Men danskir politikarar finnast at tætta samstarvinum.

Nick Hækkerup, sum er framsøgumaður í uttanríkismálum hjá danska Javnaðarflokkinum, segði ígjár við danska TV 2, at tað kann væl vera, at Føroyar við slíkari avtalu kunnu selja meira, men tað hevur avleiðingar fyri samhaldið, ið er neyðugt fyri Evropa fyri at standa saman móti russarum. 

- Føroyar mugu minnast til, hvør tað er, ið borgar fyri trygdini og sjálvræðinum hjá teimum, tá tað kemur til stykkis. Hetta er ósolidariskt og ódámligt móti teimum, sum tey eru í felagi við og tengd at í øðrum sambandi, sigur Nick Hækkerup við danska TV 2.

Eisini framsøgumaðurin hjá Vinstra, Michael Aastrup Jensen, finst at Føroyum. 

-  Eg hevði vónað, at vesturheimurin megnaði at standa saman móti áganginum, sum vit merkja frá Putin, sigur hann við danska TV 2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369