Arbeiðs- og brunaeftirlitið fingið átalu

Arbeiðs- og brunaeftirlitið fingið átalu
Løgtingsins Umboðsmaður hevur givið Arbeiðs- og brunaeftirlitinum átalu, tí tað tók stovninum so drúgva tíð at svara einari innlitsumbøn.
Mynd: Arbeiðs- og brunaeftirlitið  
 
05.06.2018 - 09:11

Hóast tann, ið bað um innlit fleiri ferðir minti Arbeiðs- og brunaeftirlitið á umbønina, hendi einki, fyrr enn viðkomandi klagaði til Løgtingsins umboðsmann.

Hetta var nærum 7 vikur eftir, at innlitsáheitanin varð send Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. 

Umboðsmaðurin metti ikki umberandi orsøkir vera fyri, at tað tók stovninum nærum 7 vikur at avgreiða áheitanina um innlit, og gav Arbeiðs- og brunaeftirlitinum átalu fyri handfaringina av málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151