Vilja minkað tilflytaratalið í Eysturríki

Vilja minkað tilflytaratalið í Eysturríki
Nú hevur stjórnin í Eysturríki lagt fram sínar ætlanir, sum hon vónar fara at minka um áhugan hjá tilflytarum at koma til Eysturríki
Eysturríki forsætisráðharrin, Sebastian Kurz úr konservativa fólkaflokkinum, ØVP.
Mynd: Spectator  
 
04.06.2018 - 10:43

Eysturríki forsætisráðharrin, Sebastian Kurz úr konservativa fólkaflokkinum, ØVP,  hevur síðani valið í fjør lovað at føra strangari politikk viðvíkjandi tilflytarum. 

Nú hevur stjórnin lagt fram sínar ætlanir, sum hon vónar fara at minka um áhugan hjá tilflytarum at koma til Eysturríki.

Skulu duga týskt

Stjórnin fer at minka um stuðulin til lívsuppihald, so at flóttafólk einans kunnu fáa 563 evrur um mánaðin, tað vil siga umleið 4.200 krónur,  og at upphæddin hækkar upp í 853 evrur um mánaðin, tað er umleið 6.400 krónur, um tú klárar mál-royndina í týskum.

Hetta svarar til minstu upphædd, sum aðrir borgarar í landinum fáa í dag.

Á twitter skrivar Sebastian Kurz, at í framtíðini fáa fólk í Eysturríki bara atgongd til fulla minstuupphædd, um tey duga nóg væl at tosa týskt.

Ger mun á borgarum

Tilflytarar, sum koma til landið, fáa ikki uppihaldspening fyrr enn fimm ár eru gingin. 

Ætlanin hjá Kurz at gera mun á borgarum samsvarar ikki við ES-reglur, sum siga, at munur má ikki gerast á borgarum.

Sebastian Kurz vil eisini hava, at vaktarfólk skulu sendast til NorðurAfrika, har tey skulu forða tilflyting til Evropa. 

Vil forða tilflytarum við vaktarfólkum

Hann heldur, at Frontex, ið er evropiski stovnurin, sum hevur fólkaflyting um hendi, átti at biðið um loyvi at sent slík vaktarfólk til lond sum Tunesia og Libya.

- Málið er at steðga menniskjasmuglarum og at forða smuglarabátum í at flyta fólk um vandamikla Miðjarahavið, sigur Kurz við blaðið Die Welt.

Sambært Kurz eigur Frontex at steðga ólógligum tilflytarum við ekstern landamørk og senda tey heimaftur, higani tey komu frá ella til eitt transitt-land.

Miseydnað integrering

Sum nógv onnur lond, tók Eysturríki eisini væl ímóti flóttafólkum, tá flóttafólkakreppan var í hæddini í 2015. Men hugalagið vendi brádliga, eftir at 150.000 flóttafólk søktu um friðskjól. Tað svarar til meira enn eitt prosent av fólkatalinum í Eysturríki.

Sambært eygleiðarum undir parlamentvalinum, sum var hildið nú tvey ár seinni, hevur integreringin ikki gingið væl, og valstríðið hevur í stóran mun snúð seg um, hvussu kreppan varð handfarin, og at talið av muslimum í landinum var vaksið. 

Úrslitið var, at høgrivongurin vann valið.

Síðani tá hava konservativi fólkaflokkurin, ØVP, og høgra-nationalistiski Frælsisflokkurin, FPØ, stýrt landinum við ætlanum um at herða tilflytara-politikkin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Hósdag 6. februar
Góðan morgun Føroyar
187420
Hósdag 6. februar
Breddin: Tollkríggj
187418
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155