Heilsuhjálparar gjørt sáttmála

Heilsuhjálparar gjørt sáttmála
Fyri løtu síðani skrivaðu Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya undir semju um sáttmála galdandi fram til 1. oktober 2019
 
04.06.2018 - 16:30

Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelagið hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála, sum er galdandi til 1. oktober 2019.

Lønarkarmurin er umleið tann sami, sum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið gjørdu fyrr í ár.

Eitt nú hækkar endalønin hjá heilsuhjálparunum 2.000 krónur yvir tvey ár.

Endalønin í gamla sáttmálanum var góðar 23.000 krónur um mánaðin. Um tvey ár verður hon góðar 25.000 kr. 

Bólkaleiðaraviðbótin hækkar eitt vet, og eftirlønin verður nú goldin av førleikaviðbótini, upplýsir Kommunala arbeiðsgevarafelagið í tíðindaskrivi. 

Álitisfólkaskipanin er dagførd, og eisini er avtalað, at partarnir skulu gera ein leist at handfara undantøk í sambandi við arbeiðssteðg.

Hetta arbeiðið skal verða liðugt í seinasta lagi 1. januar næsta ár.

Kommunala arbeiðsgevarafelagið heldur nú fram við samráðingunum við onnur fakfeløg. 

Fyrst á skránni eru Heilsurøktarafelagið, Maskinmeistarafelagið og Skipara- og navigatørfelagið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151