- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldgos í Guatamala goyst
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/afp.jpg?itok=_8gd9tYg)
Harðar spreingingar og buldur vóru eisini, og serfrøðingar í eldgosum siga, at hetta er tað ógvusligasta, sum Fuego hevur goyst síðani 1974.
Gosbræðing renur í stríðum streymi frá gosinum, og kolasvørt øska regnar niður yvir stórt øki.
Almenna borgaraverjan í Guatemala sigur, at fólk vórðu brend og doyðu, tá gosbræðingin rann oman í bygdina El Rodeo og festi eld í fleiri hús og oyðilegði alt, sum fyri var.
Sergio Cabanas, forstjóri í Almannaverkinum í Guatemala, segði í útvarpssamrøðu, at bygdin, El Rodeo, er nú nærum fjald undir gosbræðing.
Enn hevur ikki borið til at koma til bygdina ella til grannabygdina La Libertad, og vandi er fyri, at gosbræðingin fer at breiða seg til aðrar bygdir.
Nógv fólk eru flýdd frá húsum, og altjóða flogvøllurin í høvuðsstaðnum er stongdur.
Hildið verður, at eldgosið ávirkar beinleiðis og óbeinleiðis 1,7 milliónir fólk.
Fólk í høvuðsstaðnum, Guatemala Býi, og har á leiðini hava fingið boð um at brúka masku, tí so nógv øska er í luftini.
Gosfjallið, Fuego, sum merkir eldur, er um 40 kilometrar í útsynning úr Guatemala Býi, og er eitt av virknaðstu eldgosum í Miðamerkia. Tað er aðru ferð í ár, at tað goysir.