
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brimil fann prámin

Ikki er avgjørt enn, hvat verður gjørt við prámin, tá hann kemur til Føroya. Prámurin er stórur, 22 metrar langur og 13 metrar breiður.
Hann er bygdur í 2012 og er í sera góðum standi, sigur Vørn. Helst hevur eitt farmaskip mist hann eystur úr Labrador í november í fjør.
Ein týskur trolari boðaði frá á middegi í gjár, at ein prámur rak millum Føroya og Íslands. Líknandi prámur varð funnin við Írlandi í mai.
Brimil hevði úr at gera í gjár.
Havrannsóknarskipið Magnus Heinason boðaði sunnunáttina frá, at teir vóru fastir í botn eystanfyri. Teir fingu ikki trolið leyst aftur.
Brimil kom til Magnus Heinason um fýra-tíðina sunnumorgunin. Eftir at hava roynt í nakrar tímar eydnaðist at fáa trolið leyst og um borð á Brimil.
Og seinnapartin í gjár kom Brimil á Tvøroyri við útróðrarbátinum Ocean.
Báturin fekk maskinbrek, meðan teir vóru til fiskiskap vestan fyri Suðuroynna.