Vónbjørt er býarbókavørður í Havn fyribils

Vónbjørt er býarbókavørður í Havn fyribils
Starvið verður sum býarbókavørður og leiðari á Býarbókasavninum verður lýst leyst í næstum
Vónbjørt Vang.
 
03.06.2018 - 10:26

Vónbjørt Vang verður virkandi býarbókavørður á Býarbókasavnum í Havn, til starvið er lýst leyst og sett.

Starvið sum býarbókavørður varð leyst, tá Arnbjørn Ó. Dalsgarð segði seg úr starvinum.

Starvið sum býarbókavørður í Havn verður lýst leyst í næstum. 

Vónbjørt Vang tekur við mikudagin sum virkandi býarbókavørður og leiðari á Býarbókasavninum.

Vónbjørt Vang er útbúgvin bókavørður og cand.mag í bókmentafrøði og samtíðarmentan frá Lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

Hon hevur starvast á Býarbókasavninum síðan á sumri 2013, fyrst sum bókavørður og síðan á sumri 2014 sum fyrsti bókavørður og varaleiðari á Býarbókasavninum og eitt tíðarskeið í 2016 eisini sum virkandi býarbókavørður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151