- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ov lagaligur við útlánum sigur Fíggjareftirlitið
Norðoya sparikassi má ansa betur eftir, tá hann lænir pengar út, sigur Fíggjareftirlitið.
Fíggjareftirlitið kannaði útlán hjá sparikassanum.
Kanningin vísti, at sparikassin ofta er ov lagaligur, tá hann gevur lán.
Tað er ikki uttan váða at læna byggivinnuni pengar.
Og Norðoya sparikassi skal halda sín egna kredittpolitikk, tá hann lænir pengar.
Eftirlit
Fíggjareftirlitið, sum hevur gjørt eftirlit í Norðoya sparikassa, sigur í sínari frágreiðing, at vøksturin í útlánunm hjá Norðoya sparikassa var 8,2 prosent, tá triði ársfjóðingur í 2017 endaði.
30 prosent vórðu lænt byggivinnuni. Fíggjareftirlitið gjørdi sparikassan varugan við ein møguligan øktan váða av hesum.
Annars sigur Fíggjareftirlitið, at Norðoya sparikassi skal niðurskriva høvuðssætið í Klaksvík 2,7 mió. kr.
Sparkassin skal eisini betra mannagongdir og stýring á kredittøkinum.
Norðoya sparikassi er SIFI peningastovnur og má tí tola harðari krøv enn peningastovnar, sum ikki eru tilnevndir at vera SIFI stovnar.
SIFI peningastovnar eru teir, sum ikki sleppa at fara á heysin, tí teir hava ov stóran týdning fyri samfelagið.
Fíggjareftirlitið sigur, at kappingin er herd millum peningastovnarnar í Føroyum. Rentumarginalurin og vinningurin minka tí.
Avbjóðing
Avbjóðingin hjá Norðoya sparikassa er lítil inntøku og lítil kapitalur.
Tann 1.januar í ár var kapitalyvirdekningurin hjá sparikassanum 4,8 prosentstig, sum er minni enn sparikassin hevur sett sær fyri.
Sparikassin fekk boð um at niðurskriva fastar ognir 3,2 mió. kr., harav høvuðsbygningin í Klaksvík 2,7 mió. kr. Harumframt skulu einstøk útlán niðurskrivast 1,8 mió. kr.
Talan um niðurskrivingar upp á 5 mió. kr., sum eru tiknar við í roknskapin fyri 1.ársfjórðing 2018, sigur sparikassin.
Eisini varð hugt eftir, hvussu farið verður fram í sparikassanum, tá nýggj lán verða veitt.
Niðurstøðan varð, at Norðoya sparikassi skal betra mannagongdir og tryggja, at kredittøkið verður stýrt nøktandi.
Ov lagaligur
Í 29 førum gav Fíggjaraftirlitið viðskiftafólki verri skoðsmál enn sparikassin sjálvur gjørdi. Hetta er 27 prosent av lánunum, sum Fíggjareftirlitið kannaði, og 27 prosent eru nógv, sigur Fíggjareftirlitið.
Fíggjareftirlitið sigur, at í nógvum førum veit sparikassin ikki nóg nógv um fíggjarstøðuna hjá kundunum.
Norðoya sparikassi víkir ofta frá sínum egna kredittpolitikki, sigur Fíggjareftirlitið.
Kredittpolitikkurin er frammanundan gjørdur lagaligari á onkrum øki, millum annað er markið hækkað fyri at fíggja fastognir.]]