- Tíðindi, mentan og ítróttur
Harvey Weinstein ákærdur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/104764417-gettyimages-452960956.530x298.jpg?itok=vH9a2vA-)
Harvey Weinstein skal hava neyðtikið eina kvinnu í New York í 2013 og framt kynslig brotsverk móti eini aðrari kvinnu í New York í 2004.
- Vit eru eitt stig nærri, at hann skal standa til svars fyri sínar gerðir, segði ákærin, Cyrus Vance yngri, í fráboðan til fjølmiðlar.
Benjamin Brafman, verjin hjá amerikanska filmsframleiðaranum, boðaði stutt eftir frá, at 66 ára gamli Harvey Weinstein fer einki at siga í rættinum.
Ákærin segði í fráboðanin, at tað, sum Weinstein hevur sagt um báðar kvinnurnar og um rættarskipanina yvirhøvur, kom ikki óvart á seg.
- Men rættarviðgerðin fer ikki fram í fjølmiðlunum men í rættarsalinum, har tað hoyrir heima.
Cyrus Vance, ákæri, takkaði kvinnunum fyri dirivið, tær høvdu víst, og eisini løgregluni í New York fyri stóra kanningararbeiðið hennara, sum ikki er liðugt enn.
Hann heitti á onnur offur ella persónar, sum sita við viðkomandi upplýsingum, um at venda sær til ákæruvaldið.
Seinasta fríggjadag vendi Weinstein sær sjálvur til løgregluna. Hann varð ákærdur og síðani latin leysur móti einari millión dollarum í trygd.
Nú eru sjey mánaðir síðani fyrstu kvinnurnar alment greiddu frá, at Weinstein hevði framt kynslig brotsverk móti teimum.
Síðani hava meira enn 100 verið alment frammi við líkandi upplivingum. Millum annað kendu sjónleikarakvinnurnar Angelina Jolie, Gwyneth Paltrow og Salma Hayek.